Um Lars Løkke Rasmussen vil varðveita momentum og halda lív í framgongdini, sum flokkurin hevur í veljarakanningum í løtuni, so er tað neyvan eitt gott hugskot at siga, hvønn vong hann fer at stuðla.
Tað heldur Casper Dall, sum er politiskur redaktørur á Avisen Danmark.
– Um Lars Løkke Rasmussen og Moderatarnir peika á annaðhvørt bláa ella reyða vong, so missir hann atdráttarmegi, metir hann.
– Eg haldi, at nógv eru drigin av vónini um, at hann fær hálað valið og komandi stjórnina inn ímóti miðjuni, sigur hann við Ritzau tíðindastovuna.