Í paneli vóru borgarstjórar, fólk frá kommunu og landsstýrisfólk.
Kunningin var sera góð, fólk vóru jalig og sum áhoyrari hevði tú eina fatan av einum ávísum áræði og spenningi um økið, og at fólk veruliga ynskja, at tað verður samsvar millum tørv og tilboð.
Avbjóðingarnar eru, millum annað, fíggjarviðurskifti og vaksandi tørvur á peningi.
Uppskot til víðari kjak kundi verið.
Í hvønn mun kann tosast og kannast um meira sjálvboðið arbeiði innan eldraøkið?
Hetta eru viðurskifti, ið verða skipað í londunum rundanum okkum.
Tað bleiv tosað um Dis, Nis og Fas’arar eitt sindur ‘undirforstaðið’, sum um fólk kendu til skattaviðurskifti og avbjóðingar hjá landi og kommuna í hesum sambandi.
Sum dømi kann eg greiða frá, at um hava vit ein vágbing, ið er útisiglari undir einari av hesari skattaskipan – Dis, Nis ella Fas (danskt, norskt ella føroyskt), so fær landskassi og Vágs kommuna ikki skattainntøkur frá hesum persóni, sjálvt um hann og familja hansara býr í Vági.
Hetta ‘rættar landið upp uppá’ við at flyta x antal krónur frá landi til kommunu, fyri tal av útisiglarum.
Onkur vil siga, at tað verða aðrar landsinntøkur frá hesum bólki, men tað verða ikki nøktandi fyritreytir og greiðar linjur at skipa landshúsarhaldið eftir.
Hvussu skal eldraøkið, og vælferð yvirhøvur, fíggjast, um henda gongdin heldur fram og talið á teim , ið gjalda skatt í Føroyum minkar?
Sjálvsagt eiga vit at frøðast um, at arbeiði er til føroyingar aðrastaðir, men vit mugu ikki vera ‘blind’ fyri, at hetta er ein stór landsfíggjarlig avbjóðing.
Onnur avbjóðing innan eldraøkið er leiðsla.
Endurgevi borgarstjóran í Havn soleiðis, “ vit hava góð starvsfólk og tað haaava vit.”
Sum um starvsfólk til eina og hvørja tíð bara eru góð.
Haldi tíverri hetta vera flosklar, sum stjórar og leiðarar halda seg eiga at siga.
Ikki tí eg meini við nakað ávíst, men sum heild eigur avvarðandi myndugleiki alla tíðina at eftirmeta og tillaga leiðslu og starvsfólkaviðurskifti til skiftandi og nýggjar umstøður.
Rósa Samuelsen og Jóhan Christiansen kunnaðu um spennandi viðurskifti, nýhugsan og hugburðsbroytingar, sum júst eru øki, ið ‘sortera’ undir leiðslu.
Við vón um, at sjóneykan verður sett breiðari, tí vit kunnu heilt einfalt ikki fara til songar við góðari samvitsku og bjóða okkara eldru borgarum hesi viðurskifti.
Takk fyri góðan fund!










