Viðmerking til Orð og Mál

Í Dimmalætting 26. í h. mutar ein greinskrivari ímóti Tað svevur sum eykagrundlið í einum setningi.

Eri lutvíst samdur við greinskrivaran, tá Tað - í staðin fyri Barnið - sum persónsfornavn umboðar grundlið.

Men eg eri ikki heilt samdur við greinskrivaran, tá tað í einum nektaðum setningi stendur Tað svevur ikki eisini kann verða fatað sum eykagrundlið ella formelt subjekt. Beinleiðis ber til at siga, at Tað svevur er ein setningur, sum onga meining gevur, tí vit vita ikki hvør ið Tað er, tí er tað ein ivaspurningur, um tað ikki eisini ber til at analysera Tað svevur sum eykagrundlið (formelt subjekt). Sostatt kann setningurin Tað svevur nevnast nektaður (nakin) t.e., sum onga meining gevur. Men eisini kann setningurin tykjast fløkjasligur, men eisini áhugaverdur, tá málmenn ikki eru á einum máli um, hvussu hann eigur at verða uppfataður. Báðir eru vit óivað logiska samdir, at Tað svevur, har Tað í staðin fyri Barnið er grundlið, men tá vita vit frammanundan, hvør ið Tað er, sum í hesum føri er Barnið. Men tvíhaldi kortini, at tað eisini eigur at bera til at analysera Tað svevur sum eykagrundlið, tá vit nevniliga ikki kenna Tað sum grundlið sum víst við dømunum Tað regnar, Tað bankar og so framvegis.


útvarpslurtari