Viðmerking

Í greinini »Jesus vardi seg ongantið..« í Sosialinum, varð Gunnvør Holm endurgivin fyri at siga, at hon veit, at tað, ið Ulf Ekman, leiðari í samkomuni Lívsins Orð í Svøríki, hevur skrivað, er rætt.

Gunnvør Holm ger vart við, at tað hon sipar til, er ein ávís bók, nevnd »Den velsignade press«, sum Ulf Ekmann hevur skrivað.

Gunnvør Holm sigur, at tað, hon meinar við, er, at hon veit, at tað, sum í hesi bók stendur, er rætt.

Hon sigur at hon sjálvandi ikki kann siga, at alt, sum Ulf Ekman hevur skrivað, er rætt, tí hon hevur ikki lisið tað alt samalt.


blaðm.