Víðkað umboðan í Handilsvinnufelag

Týsdagin 21. apríl var ársaðalfundur í Handilsvinnufelagnum.

Týsdagin 21. apríl var ársaðalfundur í Handilsvinnufelagnum.

 

Seinastu mongu árini hevur nevndin í Handilsvinnufelagnum verið mannað við trimum nevndarlimum, men í ár varð valt at víðka nevndina fyri at fáa breiðari umboðan.

 

Nýggir í nevndini eru Petur Eirik Djurhuus, Rodmundur Nielsen og Regin W. Dalsgaard.

 

Poul Michelsen og Tummas Hanus Dam halda fram í nevndini.

 

Høgni Hansen, sum hevur verið í nevndini í mong ár, valdi at takka fyri seg, men heldur kortini fram sum tiltakslimur.

 

Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag.