Víðkað tilbúgving í samband við kynsligan ágang

- Seinastu árini eru komnir fleiri fyrispurningar um hjálp til at handfara støður á ymiskum stovnum kring landið - og eisini í familjum, siga tey í KRIS.

KRIS hevur sett í verk eina tilbúgving í samband við kynsligan ágang. Felagsskapurin hevur seinastu nógvu árini veitt ráðgeving og undirvísing til bæði almennar stovnar og eisini persónar og familjur teirra.

 

- Hesi seinastu árini hava vit upplivað, at tørvurin á eini tilbúgving er nógv vaksin, bæði til leiðarar, lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk annars, familjur og eisini tey, ið arbeiða við børnum og ungum í frítíðartilboðum.

 

Í KRIS vísa tey á, at fyrstu liðir í einari tilbúgving eru altíð fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing, og hesum hevur felagsskapurin arbeitt við í fleiri ár.

 

- Tað eru tó seinastu árini komnir alsamt fleiri fyrispurningar um hjálp til at handfara støður á ymiskum stovnum kring landið - og eisini í familjum. Vit hava tískil víðkað okkara tilbúgving til eisini at fevna um:

 

* Kreppustøður

 

* Ráðgeving til stjórar, leiðarar & starvsfólk

 

* Ráðgeving til foreldur & familju

 

* Ráðgeving í samband við íverksetan av eini tilbúgvingætlan á stovnum og fyritøkum

 

* Undirvísing & upplýsing er framhaldandi ein partur av tilbúgvingini

 

- Vit veita soleiðis ráðgeving til stjórar, leiðarar og starvsfólk um, hvussu hesi kunnu handfara støður í samband við møguligan kynsligan ágang, og har kynsligur ágangur er framdur.

 

KRIS veitir ráðgeving, har stovnar ella fyritøkur ynskja at arbeiða við tilbúgvingarætlan og øðrum fyribyrgjandi tiltøkum.

 

- Vit veita eisini ráðgeving til foreldur og familjur teirra, og vit undirvísa og uppplýsa úti á skúlum, dagstovnum og frítíðartilboðum. Harumframt eru vit eisini tøk til at ráðgeva og vegleiða, tá kreppustøður hava tikið seg upp í samband við kynsligan ágang.

 

Í KRIS siga tey, at tilbúgvingin í samband við kynsligan ágang svarar alt samdøgrið á tlf. 448181 og eisini ber til at senda fyrispurningar á info@kris.fo.