Víðkað barnaansing í Havn

Frá august mánaði í ár fara tveir ansingarstovnar í Havn at hava opið frá 6.30 á morgni til klokkan 18 á kvøldi

Tað hevur verið ein vansi hjá fleiri barnafamiljum, at ansingartilboðini í Tórshavnar Kommunu øll eru avmarkað til at vera frá klokkan 7.30 til 17.00.

 

Tað er nevnliga ikki hjá øllum, at hetta nøktar tørvin, sum skiftandi arbeiðstíðir hava við sær, men nú fer Tórshavnar Kommuna so undir royndarverkætlan, har tveir stovnar í kommununi koma at hava opið størri part av samdøgurðinum.

 

Dagstovnurin í Hoyvík og Býlingshúsið á norðasta Horni hava játtað at vera við í royndarverkætlanini, har stovnarnir frá august í ár til juli í 2015 fara at hava opið frá 6.30 til 18.00.

 

Skipanin kemur at virka soleiðis, at foreldur skulu boða frá tvær vikur frammanundan, hvussu teirra abeiðstíðir – og harvið ansingartørvurin – eru skipaðar.

 

Tá málið varð samtykt, varð semja eisini um, at tilboðið verður eftirmett á vári næsta ár, og at henda eftirmeting verður grundarlag fyri endaligari politiskari støðutakan til tilboðið.