Arktisk Kommando sigur, at tey nú víðka leitingarøkið í Grønlandi eftir trimum monnum, sum seinasta leygardag fóru í einari jollu úr Qeqertaq til Ilulissat.
Myndugleikarnir siga, at tey hava fingið nýggjar upplýsingar frá fólki, og at hetta er ein orsøkin til, at leitingarøkið nú verður víðkað.
Sagt verður tó einki um, hvørjar hesar upplýsingar eru.
- Tíverri eru menninir ikki komnir afturíaftur enn, sigur Arktisk Kommando, og tað er heimasíðan Sermitsiaq, sum endurgevur.
Bæði sjóverjuskipið, Lauge Koch, eitt challengerflogfar og tyrla hjá Air Greenland hava leitað, men hóast umfatandi leitingarvirksemi hava tey higartil einki funnið.
Sjálvboðin hava eisini leitað, og grønlendsku myndugleikarnir takka íbúgvum, sum búgva á leiðini, fyri hjálpina higartil.
Tað var leygardagin, at teir tríggir menninir loystu í Qeqertaq í einari hvítari sonevndari Poca-jollu við einum 225Hk Suzuki-leysamotori.
Mánadagin, teir teir tríggir menninir ikki vóru komnir til Ilulissat sum ætlað, varð leiting sett í verk, men higartil uttan úrslit.
- Um fólk síggja nakað, sum er øðrvísi - ella í aðrar mátar vita nakað um teir tríggjar - verða fólk biðin um at seta seg í samband við Grønlands Politi.
Tað skrivar Arktisk Kommando í dag.