Vidic úti við heilaskjálvta

Serbia má vera ein av týdningarmestu leikarunum fyri uttan, tá teir spæla ímóti ávikavist Armenia og Aserbadjan í komandi viku.

Nemanja Vidiv, sum spælir við Manchester United, mátti skiftast út tíðliga í dystinum ímóti Wigan leygardagin, eftir at hann hevði rent høvdið saman við Marcus Bent. Nú er greitt, at Vidic hevur fingið heilaskjálvta, og tí verður hann ikki tøkur til landsdystirnar hjá Serbia. Hvussu leingi Vidic er úti, er ikki greitt, men talan er ikki nakran langtíðarskaða.