Vidic mundi gjørt sáttmála við Liverpool í 2006

Serbiski verjuskansin, sum vann fimm ensk meistaraheiti við Manchester United mundi endað í Liverpool

Á Old Trafford verður serbiski, Nemanja Vidic roknaður fyri at verða millum fremstu verjuskansarnar hjá Manchester United í nýggjari tíð. Árini 2006 til 2014 vann Nemanja Vidic Premier League fimm ferðir, Champions League eina ferð, og Liga Cup steypakappingina tríggjar ferðir við Manchester United, umframt HM í felagsliðsfótbólti í 2008.

 

Men nú avdúkar Nemanja Vidic, at stutt undan, at hann skrivaði undir sáttmála við Manchester United samráddist hann við Liverpool um eitt skiftið frá Spartak Moskva til Liverpool. Hetta avdúkar Nemanja Vidic í einari samrøðu við enska blaðið "FourFourTwo": - Jú Rafa Benitez ringdi til mín. Eg vildi sleppa vekk frá Moskva, men mítt enska var ikki so gott tá, so tað var ikki lætt hjá okkum at samskifta, sigur Nemanja Vidic í samrøðuni við FourFourTwo.

 

- Men so kom Manchester United á vøllin. Sir Alex Ferguson ringdi til mín, og segði: - Eg havi sæð teg spælt fyri Serbia ímóti Fraklandi, og eg vil hava teg at spæla við Manchester United, greiðir Nemanja Vidic frá. Alt gekk skjótt fyri seg, og aftaná bara tveir dagar var ein sáttmáli klárur í Manchester, til stóra gleði fyri bæði Manchester United og Nemanja Vidic.