Vidic fer ongan veg

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Nemanja Vidic hjá Manchester United, hevur hug at skifta til spanska Barcelona, men hetta verður nú avsannað av spælaranum sjálvum. – Eg havi ongan tíð sagt nakað um Barcelona, Real Madrid ella Milan ella nakað annað felag. Eg tosi ikki um mína framtíð, so eg veit ikki, hví øll onnur skulu gera tað. Og móti Wigan sýndi eg, at eg stórtrívist hjá Manchester United, sigur Vidic við enska Soccernet.