Fyrrverandi Manchester United-leikarin, Nemanja Vidic, kann væl vera ávegis at skifta úr italska Inter Milan, har hann hevur spælt síðani á sumri 2014.
34 ára gamli serbiski verjuleikarin hevur ikki fingið nógva spælitíð í ár, og Corriere dello Sport skrivar, at hann í nærmastu framtíð fer at skriva undir við kappingarneytan, AC Milan.
Tað er venjarin hjá AC Milan, landsmaðurin Sinisa Mihajlovic, sum er áhugaður at fáa fatur á Vidic, sum í so fall mest sannlíkt fer at spæla undir liðini á Alessio Romagnoli í AC Milan-miðverjuni.










