Maðurin, sum í morgun varð handtikin fyri at hava skotið og dripið fyrrverandi japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, hevur nú viðgingið, at tað var hann, sum læt skotini av.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga, og lagt verður aftrat, at maðurin er hin 41 ára gamli, Yamagami Tetsuya.
Løgreglan í býnum, Nara í Japan, veit at siga, at tey funnu fleiri vápn, tá tey eftir tilburðin rannsakaðu heimið hjá drápsmanninum. Løgreglan veit eisini at siga, at vápnið, hann brúkti, var heimagjørt.
Sambært løgregluni var Yamagami Tetsuya róligur og kensluleysur undir avhoyringini. Drápsmaðurin skal hava sagt, at hann er ímóti einum felagsskapi, sum hann heldur, at fyrrverandi forsætisráðharrin er partur av.
Men, sambært útendskum miðlum hevur japanska løgreglan higartil ikki sagt, hvør felagsskapurin er, sum talan er um.
Shinzo Abe var føddur hin 21. september 1954, giftur Akie Abe síðan 1987.
Flokkur hansara var LDP, Liberali Demokratiski Flokkkurin, og hann var persónurin, ið hevur sitið longst sum forsætisráðharri í Japan.
Í 2020 legði Shinzo Abe frá sær av heilsuávum.
##med2##