Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm heita enn einafrð á samgonguna, um at taka teirra uppskot, um at gera ein almennan Eysturoyartunnil, til viðgerðar.
Teir báðir samgongulimirnir fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin meta ikki, at uppskotið hjá teimum fekk eina veruliga og sakliga viðgerð, tá tað varð lagt fram av fyrstan tíð.
Tí hava teir nú sent eitt skriv til samgonguna, har teir seta fram ynski um, at teirra uppskot verður lagt fram og viðgjørt.
Verður teirra uppskot enn einaferð kveistrað til viks, umhugsa teir Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm at leggja uppskotið fram á ting, áðrenn tunnilsmálini, sum eru í tinginum, eru avgreidd.
Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm hava annars, saman við Jenisi av Rana úr Miðflokkinum, boðað frá, at teir fara ikki at atkvøða fyri privatu tunnilsloysnini hjá samgonguni. Hinvegin hava sandoyartinglimirnir Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, givið til kennar, at teir eru sinnaðir at atkvøða fyri privatu tunnilsloysnini.