- Tað er ein stórur trupulleiki, at politikarar úr Norðoyggjum, forða norðoyingum at hugsa um alt landið.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er rættiliga hvassorðaður, nú Løgtingið hevur fíggjarlógina fyri næsta ár til viðgerar.
Hann ivast ikki í, at stórt dirvi og áræði er í Norðoyggjum. Men stóri trupulleikin er, at politikarar har norðuri, hugsa bara um Norðoyggjar og forða fólki at hugsa um alt landið.
Páll á Reynatúgvu vísir á, at nú Norðoyartunnilin er komin, broytir tað fortreytirnar hjá norðoyingum munandi.
- Eg havi einki ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men vit kunnu ikki halda fram at tvíhalda um tað marglæti tað er, at hava viðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum eisini fáast á Landssjúkrahúsinum, sum er okkara høvuðssjúkrahús.
- Vit eiga at gagnnýta pengarnar nógv betri, enn vit gera, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Vit hava eina skyldu at fyrihalda okkum til tær fortreytir, sum eru. Kemur Eysturoyartunnilin, verður tað hálvur tími úr Klaksvík á Landssjúkrahúsi og tað er tað sama, sum úr Vágum.
- Sjúkrahúsið er servirksemi burturav og tað er altavgerðandi, at viðgerðirnar verða savnaðar á einum staði fyri varðveita fakliga stigið.
- Eg sigi ikki, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal niðurleggjast, men tað er burturvið at gera tað sama á tveimum sjúkrahúsum, sum tað er ein hálvur tími at koyra ímillum, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Skipaðu vit tað øðrvísi, kundu vit saktans spart 30-40 milliónir um árið, leggur hann afturat.
Hesum var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ikki samd í, tí hon helt, at tað var eingin, sum hevur barst harðari fyri øki í landinum, uttanfyri Norðoyggjar, sum akkurát politikarar úr Norðoyggjum.
Hon heldur, at tað er undarligt, soleiðis sum Páll á Reynatúgvu altíð er eftir norðoyingum við einum niðrandi, og næstan frekum, tónalagi.
Hon vísir á, at landssyýrismaðurin í heilsumálum er komin undir land við eini heilsunýskipan.
Men Elsebeth Mercedis Gunnleysgdóttir spurdi, um veruliga endamálið hjá Pálli á Reynatúgvu er at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús.
Karsten Hansen staðfestir, at eftir lógini skulu tað vera trý sjúkrahús í landinum og tað verður ikki broytt, tí hann er ikki vorðin landsstýrismaður fyri at broyta talið á sjúkrahúsum.
Hann sigur, at dugnalig fólk eru á øllum sjúkrahúsum, men trupulleikin er, at øll hava ligið í hvør sínari skotgrøv. Hansara stóra avbjóðing hevur verið at fáa fólk at samstarva og í ávísan mun hevur tað eydnast.
Møguleikarnir at viðgera sjúklingar eru kollveltir seinastu árini og í dag kann ein lækni sita í Kina og viðgera sjúklingar í Føroyum og nú skal ein støða takast til, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi sær.
Hann sigur, at urologi er eitt dømi um sergrein, sum byrjaði í Klaksvík. Síðani varð sama viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
- Men so varð tað brádliga til, at tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum ger tað sama, sum Landssjúkrahúsið, leggur landsstýrismaðurin afturat.