Komandi tímarnar fer Løgtingið at viðgerða uppskotið um at broyta hjúnabandslógina. Uppskotið er til 2. viðgerð.
Enn er torført at meta um, hvat úrslitið man vera. Men tað er nakað, sum bendir á, at meirilutin av løgtingslimunum fara at atkvøða ímóti uppskotinum, sum tað fyriliggur nú.
Eitt broytingaruppskot varð lagt fyri í morgun, og talan var um eina broyting sum ásetur, at uppskotið - um samtykt - ikki kemur í gildi, fyrr enn grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini, verður strikað úr hjúnabandslógini, so at tvey av sama kyni - ella tvey hinkynd - ikki kunnu verða signað í kirkjuni, eftir at tey eru gift borgarliga.
In.fo fylgir gongdini í tinginum.









