Viðgera Timoteusarbrævið leygardagin

Kirkjuliga Missiónsfelagið fær vitjan úr Danmark á ársmøtinum um vikuskiftið.

Um vikuskifti skipar Kirkjuliga Missiónsfelagið fyri ársmøti í Missiónshúsinum við Landavegin.

 

Eins og undanfarin ár, verður ein gestarøðari at hoyra, og hesuferð er tað danin Mikkel Vigilius. Mikkel Vigilius er lærari á háskúlanum hjá lutherska missiónsfelagsskapinum í Hillerød, umframt at hann er blaðstjóri á blaðnum Nyt Liv.

 

Møtirøðin byrjar fríggjakvøldið, verður allan leygardagin og endar sunnukvøldið. Leygardagin fer Mikkel Vigilius at hava fleiri bíbliutímar, har hann fer at viðgera fyrra bræv Paulusar til Timoteus.