Viðgera tilmælir frá Útnorðurráðnum

Nú eru tilmælini frá fundinum í Runavík í august til viðgerðar í tinginum.

Kristianna Winther Poulsen var framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin. Hon lýsti tilráðingarnar, sum millum annað snúgva seg um at gera eitt felags búskaparligt øki millum Ísland, Grønland og Føroyar.

 

Fyribils er talan um at greina hesar møguleikarnar.

 

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, helt, at Føroyar eiga at brúka orku uppá, at finna felags stev við grannarnar vestanfyri. Hon tosaði um búskaparligt samstarv millum øll trý londini og nevndi, at hon bert sær fyrmunir um øll trý londini arbeiða saman.

 

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, helt, at Hoyvíkssátmálin er eitt gott dømi um at tað ber til at samarbeiða Hann nevndi, at samstarvið sum byggja á fyrimunirnar í Hoyvíkssáttmálnum eru størri enn vit vanliga geva okkum far um.

 

Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, eftirlýsti eina strategi frá almennu Føroyum fyri, hvussu vit skulu fara út í heim og hvussu vit samskipa hesi átøk.

 

-Vit eiga at velja okkara átøksøkir betri og frammanundan seta okkum fyri, hvat tað er vit vilja,s egði Magni Laksáfoss.

Samstundis, sum tilmælini frá í fjør vóru viðgjørd, so løgdu føroysku umboðini frá fundinum í Grindavík í endanum í januar uppskot um at samtykkja tær tilráðingar, sum vóru gjørdar har.