Í morgin týsdagin 3. september kl. 14.00 verður ársaðalfundur Føroya Arbeiðsgevarafelags hildin í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7, Tórshavn. Allir limir felagsins eru vælkomnir, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umframt vanligu skránna fyri aðalfundin verða eisini tvær framløgur.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiður frá um búskaparliga týdningin av útlendsku starvsfólkum, sum eru í Føroyum, og Páll Holm Johannesen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, greiður frá úrslitunum frá kanning um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.