Viðgera ikki Kristinu Háfoss enn

Landsstýrismálanevndin hevur útsett viðgerðina av kæruni um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

 

Ein borgari hevur lært landsstýriskvinnuna til landsstýrismálanevndina fyri handfaring hennara av skattamálinum hjá Eik.

 

Bárður Kass Nielsen sigur, at á fundi morgun fekk landsstýrismálanevndin at vita, at ein líknandi kæra varð send Løgtingsins Umboðsmanni, og tí valdi landsstýrismálanevndin at bíða við síni viðgerð.

- Vit ynskja at bíða eftir niðurstøðuni frá Løgtingsins Umboðsmanni, áðrenn vit fara víðari við málinum og taka eina støðu, tí vit vænta, at hetta fer at hava týdning fyri okkara niðurstøðu, sigur Bárður Kass Nielsen.

 

Sambært honum umhandlar kæran til Løgtingsins Umboðsmann, at Fíggjarmálaráðið ikki vildi lata innlit í skjøl í málinum, sum Kristina Háfoss eisini er kærd fyri.

 

Við landsstýrismálanevndina hevur Løgtingsins Umboðsmaður sagt, at hon væntandi verður liðug við viðgerðina 15. apríl.