Viðgera fiskidagar á tingi

Á tingfundinum í morgin, týsdagin, klokkan 13:30, fer løgtingið undir aðru viðgerð av uppskoti um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Málið var til fyrstu viðgerð í síðstu viku og hevur síðani verið í nevnd. Sum tað ljóðaði, so var møguleiki fyri eini søguligari semju, og at allir flokkar fóru at skriva eitt felags álit. Men tað gekk kortini ikki, og tí er vinnunevndin býtt í meiriluta og minniluta, sum er samgonguflokkarnir og Janus Rein og ein minniluta, sum eru Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin.

 

Álitið kann lesast VIÐ AT TRÝST HER

 

Ætlanin er ikki at bíða leingi til 3. viðgerð, tí tingið verður longu kallað saman aftur til tingfund hósdagin klokkan 13:30, tá 3. viðgerð av sama máli verður til viðgerðar.