Klokkan hálvgum tíggju mikumorgunin hittist fíggjarnevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotið til løgtingsfíggjarlóg, sum Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, hevur lagt fyri tingið.
Politikkurin hjá nýggja landsstýrinum sæst ikki í fíggjarlógaruppskotinum, tí talan er bara um framskrivingar út frá galdandi fíggjarlóg. Tað er tí, at landsstýrissamgongan ikki hevur havt stundir at fyrireika nýtt fíggjarlógaruppskot, sum skuldi leggjast fyri tingið bara tvær vikur eftir, at samgongan varð skipað.
Tí kemur nýtt uppskot frá landsstýrinum í millum fyrstu og aðru viðgerð – og tað fer so at síggjast í álitinum, sum verður lagt fyri tingið, tá viðgerðin í fíggjarnevndini er liðug.
Trý mál standa á skránni hjá fíggjarnevndini mikudagin. Tey eru:
Løgtingsmál nr. 5/2015: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2016
Løgtingsmál nr. 6/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Tilfeingisskattur í 2016)
Løgtingsmál nr. 7/2015: Uppskot til løgtingslóg um gjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2016
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, kemur við á fundi í sambandi við viðgerðina av hesum trimum málum.