Nú kvøldini gerast myrk og long, fara vit aftur undir almennu fyrilestrarnar á Háskúlanum. Tann fyrsti í heyst verður komandi mánakvøld, 20.okt. kl. 19.30.
Tá fer Bergur Djurhuus Hansen at halda fyrilestur, um Kristian Osvald Viderø og ritverk hansara. Bergur Djurhuus Hansen er adjunktur og ph.d.studentur á Føroyamálsdeildini og leggur í løtuni seinastu hond á granskingarverkætlan um ferðafrásagnir eftir K.O.Viderø.
K. O. Viderø (1906-1991) var prestur, bíbliutýðari og rithøvundur. Hann ferðaðist nógv, og í greinum og bókum skrivaði hann um sínar ferðir. Fyrilesturin fer at snúgva seg um sambandið millum lív og verk og serliga um tvídráttin, sum Viderø stríddist við alt sítt lív: øðrumegin at vilja vera prestur í Føroyum og hinumegin at vilja ferðast og skriva um sínar ferðir. Í síni fyrstu prentaðu ferðafrásøgn í 1931 skrivaði Viderø, at hann “aldri kundi trívast á einum staði” og tí áhaldandi mátti ferðast. Í 1952 var ferðahugurin um at kosta honum starvið sum prestur í Føroyum. Men hóast Viderø sum prestur og rithøvundur var egin, var hann eisini í stóran mun ávirkaður av broytingum og rákum í síni egnu tíð. Bókmentasøguliga var og er hann ikki heimleysur.
Eftir fyrilesturin verður høvi hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og gera viðmerkingar. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin!










