Í dag kl. 17 eru tvey ár síðani ORCA spældi sína fyrstu konsert. Konsertin varð hildin í fjósinum hjá pápa Jens L. Thomsen, Innan Glyvur, gamlaárskvøld 2005. Í samband við at tvey ár eru liðin síðani fyrstu konsertina, hevur ORCA lagt videoupptøkur út frá konsertini gamlaárskvøld 2005 á
Youtube.
Um tú fert inn á www.youtube.com/ladekarlno1, sært tú videolagið ?Myrkursins muður (Live Uppi í Urðum)?. Videolagið varð filmað og klipt av Sjúrður Justinussen úr Gøtu og tað er eisini at finna á nýggju CD+DVD útgávuni hjá ORCA, ?Livandi oyða?, ið Tutl gav út 22. desember.
Vitja eisini ORCA á: www.myspace.com/jenslthomsen