Videolag frumsýnt á Clash

Fríggjadagin verður seinasta videolagið hjá Heiðriki av Heygum frumsýnt á Clash

Heiðrik á Heygum boðaði í dag, umvegis sína facebook-síður, frá, at nýggja videolag hansara, Maria’s Donkey, verður frumsýnt á stóru bretsku tónleikaheimasíðuni Clash fríggjadagin.

 

Clash er ein tann størsti tónleikafjølmiðilin í Onglandi, á sama støði sum kenda blaðið Rolling Stones, og Heiðrik er ómetaliga spentur um hetta. Sigast má, at hann er í góðum felagsskapi. Í dag eru tað Faith No More og Bobby Womack, sum eru at lesa um á síðuni.

 

- Hetta er eitt ekstremt herðaklapp og eg vóni, at fólki dámar lagið.

 

Clash seta javnan sjóneykuna á spennandi tónleikanøvn, og nú er Heiðrik tann hepni.

 

- Teir fara at frumsenda videolagið fríggjadagin, og staklagið verður útgivið talgilt 14. juli. Tað verður longu spælt í útvarpsrásunum í Onglandi, og vónandi taka fólk væl ímóti tí, tá tað verður til sølu.

 

Hetta er fyrsta útgávan hjá Heiðrikki síðani 2007 og hann er, sum vera man, spentur um útgávuna. Janus Rasmussen, kendur frá Byrta, er framleiðari av fløguni, og Heiðrik á Heygum hevur júst verið í Íslandi og spælt nøkur løg afturat inn til útgávuna.

 

- Løgini verða útgivin so við og við í heyst, sigur Heiðrik.

 

Umframt Janus Rasmussen, hevur Heiðrik eisini fingið hjálp av kendum tónleikarum sum Rosabella Gregory, ið hevur skrivað strúkarapartarnar á Maria’s Donkey, eins og at kendir týskir og danskir sangskrivarar hava hjálpt honum, millum annað Lise Cabble, ið skrivaði “Only Teardrops”, sum vann Melodi Grand Prix 2013.

 

14. juli kann Maria's Donkey keypast á tænastum sum Spotify og iTunes.

 

Lagið kann hoyrast við at trýsta her.