Hesaferð bjóðar G! eisini visuella list live, ið verður framførd í Grundini øll trý festivalkvøldini av VJ MM og VIDEOJUNKIES.
VJ´ing er stytting fyri VideoJockey ? ein, sum skapar eitt visuelt huglag við teldum og projektørum. Hugskotið aftan fyri VJ´ing er at samantvinna myndir og tónleik, soleiðis at alt gongur upp í eina hægri eind.
VJ MM: - Marianna Mørkøre eitur hon og er ein tann - um ikki tann - mest viðurkenda filmslistakvinnan í Føroyum. Umframt at hava arbeitt við víðagitnum móta-sniðgevum í London og Antwerp hevur hon móttikið fleiri altjóða virðislønir fyri sína spennandi filmslist. Marianna hevur royndir innan mótaheimin og eksperimenterandi filmsframleiðslu, sum hava givið henni sítt heilt egna úttrykk, skapt við unikum og persónligum myndastíli. Hetta sæst eisini týðiliga aftur í VJ´ingini hjá henni, siga fyriskipararnir.
- VIDEOJUNKIES eru Bárður Eklund og Ditte M. Joensen. Bárður er ein av best umtóktu fotografunum í landinum og hevur nógvar royndir innan myndatøku, videoupptøkur og grafikk. Ditte er útbúgvin miðlagrafikari og starvast sum sniðgevi og fotograf. Saman skapa tey eitt sterkt myndamál, sum ger framførslurnar hjá teimum til eitt heilt serligt upplivilsi, siga fyriskipararnir av G!.









