Manchester United áleyparin, Romelu Lukaku, sleppur snikkaleysur frá hending í 1-0 sigrinum á Brighton um vikuskiftið. Panelið í hevur við videodøming í Premier League er ikki samt, og tí sleppur áleyparin undan revsing og kann spæla í annaðkvøld.
Les eisini: Fyrsti spælarin dømdur fyri film
Tað er í samband við málið hjá Manchester United í dystinum, at sjónvarpsupptøkurnar vísa, at Romelu Lukaku og ein verjuspælari hjá Brighton eru í tvídystir, har belgiski áleyparin at síggja til sparkar eftir verjuspælaranum.
Enska Fótbóltssambandið hevur nú tikið støðuna upp, tá tað vísti seg at dómarin í dystinum ikki sá hendingina. Niðurstøðan er, at panlið ikki kundi semjast um, at talan var um reytt kort. Í slíkum føri sleppur spælarin uttan revsing.
Hevði Romelu Lukaku verið funnin sekur, so hevði hann fingið í minsta lagi tríggjar dystir leikbann. Komandi tríggir dystirnir eru móti Watford, Arsenal og Manchester City, men teir verða við Romelu Lukaku.
Fyrrverandi toppdómarin, Graham Poll, sum er serfrøðingur hjá Dailymail, heldur at talan er um reytt kort. Hann heldur eisini, at Brighton átti reytt kort, tá Zlatan Ibrahimovic fekk eina ordans takling. Annars er fult umfar í vikuni í Premier League.
Í morgin:
Brighton & Hove Albion - Crystal Palace
Leicester City - Tottenham Hotspur
Watford - Manchester United
West Bromwich Albion - Newcastle United
Mikukvøldið:
AFC Bournemouth - Burnley
Arsenal - Huddersfield Town
Chelsea - Swansea City
Everton - West Ham United
Manchester City – Southampton
Stoke City - Liverpool