Videobrot: Danir fáa ikki fólkaatkvøðu um ES

Dansk Folkeparti vil hava eina fólkaatkvøðu. Venstre og Socialdemokraterne siga nei.

Seinastu árini hevur ES verið undir stórum trýsti. Serliga frá londum, sum nú seta ivamál við sín limaskap í felagsskapinum. Bretland er sum kunnugt fari undir at melda seg úr og lond sum Frakland og Holland seta stór spurnartekin við sín egna limaskap.

 

Eisini í Danmark eru røddir frammi, ið ynska eina uppgerð við ES limaskapin, serliga úr Dansk Folkeparti.

 

Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti, vil hava eina fólkatkvøðu um danska ES limaskapin. Tað segði hann í panelfundi millum donsku flokkarnar um vikuskiftið.

 

Hann førdi fram, at nú tá bretar hava valt hasa leiðina, heldur Thulesen Dahl, at danskarar eisini skulu verða spurdir.

 

Tað er tó lítið sannlíkt, at tað fer at henda í hesi setuni, tí bæði Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen søgdu, at tey ynsktu onga fólkaatkvøðu um ES limaskap.

 

Lars Løkke segði, at ein fólkaatkvøða skuldi bert haldast tá ein hevði eitt ynski um eina broyting og tað var eingin áhugi at broyta ES limaskapin. Tí bleiv eingin fólkaatkvøða.

 

Mette Frederiksen segði, at í einum heimi, sum er meira og meira ótryggur við einum Donald Trump og einum styrktum Vladimir Putin, so kravdist eitt sterkt ES, ið var ført fyri at tryggja ein frið í Evropa, sum annars var í vanda.