VIDEO: Zlatan stórliga fagnaður í Los Angeles

(Video) Zlatan Ibrahimovic var stórliga fagnaður av LA Galaxy fjepparum á flogvøllinum í Los Angeles

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj løtuna tá svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic lendi við privatflogfari á flogvøllinum í Los Angeles.

 

Eitt stórt lið av LA Galaxy fjepparum vóru møttir fyri at fagna svenska fótbóltsspælaranum, sum tey hava sera stórar vónir til.

 

- Eg vil bara sleppa út á fótbóltsvøllin fyri at lukta grasið. Eg kenni meg ungan, og havi sagt tað áður, at eg kenni meg sum Benjamin Button.  Eg var føddur gamal, og fari at doyggja ungur. Tá eg kom til Onglands søgdu tey, at eg sat í einum rullustóli, men aftaná tríggjar mánaðir var eg tann sum kundi flúgva. 

 

So hart legði Zlatan út á fyrsta tíðindafundi sínum sum LA Galaxy spælari. 

 

- Leyvan er svong, staðfesti Zlatan yvirfyri amerisku tíðindafólkunum.