Video: Zlatan arbeiddi uppá Pogba

(Video) Zlatan Ibrahimovic var í tí stuttliga lagnum, tá samrøða var gjørd við hann og Paul Pogba aftaná sigurin ígjár

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og siggj samrøðuna SkySports hevði við nýggju Manchester United spælararnar, Zlatan Ibrahimovic og Paul Pogba aftaná 2-0 sigurin hjá Manchester United ímóti Southampton á Old Trafford leikvøllinum í Manchester, har Zlatan Ibrahimovic gjørdist stóra hetjan við at skora tvey mál.

 

Samrøðan er rættilig álvarsom í byrjanini, har Zlatan undirstrikar, at hann og nýggju liðfelagarnir hava nógv at fáa uppá pláss enn, og tað fer at ganga ein tíð áðrenn tað verður optimalt. Víðari segði Zlatan, at tað var líkamikið hvør skeyt málini, bara liðið fekk málini.

 

Men ímóti endanum tekur eina samrøðan eina vend, har Zlatan byrjar at arbeiða uppá Paul Pogba, tí fraklendingurin brendi ein stóran málmøguleika ímóti dystarenda. Zlatan undirheldur sanniliga eisini uttanfyri vøllin.