Video: Zlatan aftur ársins svenski fótbóltsspælari

(Video) Á ellinta sinni bleiv Zlatan Ibrahimovic ársins svenski fótbóltsspælari, og nú er standmynd gjørd av honum

Zlatan Ibrahimovic vann í kvøld á ellinta sinni svenska "gullbóltin", sum merkir, at hann er ársins svenski fótbóltsspælari.

 

 

Zlatan Ibrahimovic hevur vunnið hendan heiður í 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, og nú eisini í 2016.

 

Umframt heiðurin at verða ársins svenski fótbóltsspælari, so bleiv eisini kunngjørt á fótbóltsgallaveitsluni í Stokkhólmi, at ein standmynd er gjørd av Zlatan Ibrahimovic, sum skal standa uttanfyri heimavøllin hjá svenska landsliðnum, Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm. Zlatan fekk eisini handað eitt model av standmyndini á fótbóltsgallaveitsluni. 

 

- Nú havi eg eitt heilt byrjanarlið við 11 gullbóltum, skemtaði Zlatan. Og staðfesti haraftrat, at tað er ótrúligt, at ein drongur frá Rosengård í Malmö nú fær eina standmynd í svenska høvuðsstaðnum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj løtuna, tá Zlatan var heiðraður, og tá hann helt takkarrøðu.

 

Zlatan vann í kvøld eisini heiðurin at gerast ársins svenski áleypari.

 

Upptøkurnar eru frá YouTube rásini hjá svensku sjónvarpsrásini TV4.