Fyrsta liveshow í ársins X-Factor fór í luftina í kvøld á donsku sjónvarpsráini TV2.
Luttakararnir høvdu allir fingið at vita, at teir skuldu syngja sangir, sum vísa, hvør teir eru sum sangarar.
Unga kvinnan Nambahlou hevði valt ein sang hjá føroysku Brimheim (Helena Heinesen Rebensdorff), nevniliga "Call It What You Want".
Dómararnir róstu henni fyri inniligu framførsluna. Eisini endaðu dómararnir við at tosa um sjálva sangvalið.
– Hatta er ein sangur hjá danskt-føroysk Brimheim. Hon er for vill. Far og kekka hana út! segði dómarin Kwamie Liv aftaná, meðan hon kjakaðist við Thomas Blachmann um sangvalið.
Hoyr Nambahlou tulka "Call It What You Want" hjá Brimheim her:
##med2##
Originalurin hjá Brimheim er at hoyra her:
##med3##