Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa á heimavølli ígjár.
Í steðginum var Ull/Kisa á odda 1-0 aftaná eitt minni sannførandi avrik hjá heimaliðnum.
Í seinna hálvleiki kom Sandnes sterkt aftur, og tað eydnaðist at vinna dystin uppá tveir ótrúligar deyðbóltar.
Fyrst tók Retsius Grødem og meddaði eitt beinleiðis fríspark í málið. Eitt ófatuliga flott mál.
Sigursmálið var ein enn meiri ótrúligur deyðbóltur. André Sødlund skrúvaði eitt hornaspark beinleiðis í málið.
Sandnes er nú næstovast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 11 stigum aftaná fimm dystir. Tromsø er fremst við 15 stigum.
Fríggjadagin spælir Sandnes á útivølli móti Strømmen, ið liggur næstaftast í deildini við trimum stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini, og ikki mínst ótrúligu málini hjá Sandnes:
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1127816&mediaId=399fe686104c45dc8ebbc8d277495a06&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>