VIDEO: Vit hava tríggjar sigrar og ein javnleik móti Luksemborg

(Video) Føroyar hava bara góð minnir móti Luksemborg, ið tó er vaksið í styrki seinnu árini

Millum tey trý liðini sum eru í bólki við Føroyum í komandi Nations League Deild C kappingini er Luksemborg.

 

Higartil hava vit staðið okkum væl móti Luksemborg við trimum sigrum og einum javnleiki, men luksemborgska landsliðið er vaksið í styrki seinnu árini, og í júst lidnu HM-undankappingini vann Luksemborg á Azerbaidjan bæði heima og úti. Og Luksemborg vann eisini ein flottan 1-0 sigur á Írlandi í Dublin, so tað er eitt munandi sterkari lið hjá Luksemborg vit skulu møta í juni og september komandi ár.

 

Tá vit vóru í HM-undanbólki saman til HM-undankappingina í 2002 vunnu vit bæði úti og heima. 24. mars í 2001 vunnu vit 2-0 niðri í Luksemborg við málum sum Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skoraðu seinasta korterið av dystinum. Returdystin 1. september sama árið vunnu vit 1-0 á einum sera regntungum vølli á Svangaskarði. Jens Christian Hansen skoraði sigursmálið við einum væl tiknum brotssparki tá bert fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

24. februar í 2004 møttust Føroyar og Luksemborg í einum venjingardysti í San Fernando í Spania. Tá vunnu vit 4-2. John Petersen skoraði tvey mál. Hini bæði málini skoraðu Julian S. Johnsson og Súni Olsen. 

 

Seinast liðini møttust var í einum venjingardysti í Luksemborg 4. juni í 2010. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

(Kelda: FaroeSoccer)

 

HER  ber til at síggja og hoyra hæddarpunktini hjá SVF frá 1-0 sigrinum á Svangaskarði 1. september í 2001. Tórður Mikkelsen var frásøgumaður tá. Tað er YouTube rásin, Farerets sum hevur lagt hæddarpunktini út. 

 

##med2##