VIDEO: Vit hava sjey tap, ein javnleik og ein sigur móti Litava

(Video) Heilar níggju ferðir hava vit møtt Litava áður, og bert tvær ferðir hava vit fingið stig

Føroyar eru eisini í bólki saman við Litava til komandi Nations League Deild C kapping.

 

Tað verður 10. og 11. ferðin at vit spæla móti Litava, tí vit hava spælt ímóti teimum heilar níggju ferðir síðani 1998.

 

Til EM-undankappingina í 2000 vóru vit í undanbólki saman við Litava. Vit megnaðu javnleik 0-0 á útivølli á Zalgiris leikvøllinum í Vilnius. Tá stóð Jákup Mikkelsen ein branddyst í málinum, og heilt móti dystarenda var líka við at Todi Jónsson tryggjaði okkum øll trý stigini. 

 

8. september árið eftir taptu vit 0-1 fyri Litava á Tórsvølli.

 

Vit vóru aftur í undanbólki saman til undankappingini til EM-endaspælið í 2004. 12. oktober í 2002 vann Litava 2-0 í Kaunas við tveimum málum, ið vóru skotin í fyrra hálvleiki. Árið eftir, 10. september í 2003 vann Litava 3-1 á Svangaskarði. Uggin tann dagin var vakra frísparksmálið Súni Olsen meddaði í málið úr 30 metra fjarstøðu. 

 

Aftur til EM-endaspælið í 2008 vóru vit í undanbólki saman. 7. oktober í 2006 taptu vit 0-1 á Tórsvølli, og 12. september í 2007 vann Litava 2-1 í Kaunas. Tann dagin pyntaði tað væl, at Rógvi Jacobsen minkaði um munin til 2-1 við einum fantastiska vøkrum lobbi tá klokkan vísti 90 minuttir.

 

Og so vóru vit aftur í undanbólki saman til HM-undankappingini í 2010, og nú bragdaði. 15. september í 2008 vann Litava 1-0 í Kaunas. Árið eftir, 9. september í 2009 brast fyri nev tá vit vunnu 2-1 við málum, ið Súni Olsen og Arnbjørn Hansen skoraðu.

 

HER  ber til at hoyra hæddarpunktini frá frásøgnini hjá Hilmari Jan Hansen og Tróndi Arge á gamla Rás2 frá tí dystinum. 

 

Í fjør, 11. november í 2020 taptu vit 1-2 fyri Litava á LFF leikvøllinum í Vilnius. Litava skoraði bæði málini hjá sær stutt undan steðginum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin heilt móti dystarenda. 

 

(Kelda: Faroesoccer)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá KVF frá 2-1 sigrinum á Litava á Svangaskarði 9. september í 2009:

 

##med2##