VIDEO: Viljormur og liðfelagarnir varðveittu oddasessin

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-Roskilde 2-1 (2-0) her

Ígjár spældi Vejle dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini á heimavølli ímót Roskilde.

 

 

Viljormur Davidsen var við frá byrjan, og tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna 2-1. Í steðginum var Vejle á odda 2-0. Nicolaj Madsen legði Vejle á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum, og beint undan steðginum økti Dominic Vinicius til 2-0.

 

 

Í seinna hálvleiki stóð tó á gomlum nøglum hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum. Roskilde minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini fekk Nicolaj Madsen hjá Vejle seinna gula kortið, og var vístur av vøllinum. Roskilde trýsti nógv seinastu løtuna, men Vejle reið stormin av.

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Tað er YouTube-rásin hjá Vejle, sum hevur lagt hæddarpunktini út.