Video: Viljormur og liðfelagarnir fingu mál kolldømt

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Vejle-Skive 0-2 (0-1) her

Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen var liðskipari hjá Vejle, tá Vejle tók ímóti Skive IK, sum er liðið hjá Jákupi Thomsen. Jákup Thomsen hevur tíverri drigist við skaða seinastu vikurnar, so talan gjørdist ikki um eina føroyingauppgerð í hesum dystinum. Skive vann 2-0. Skive var á odda 1-0 í steðginum.

 

Tá støðan var 0-0 hevði Vejle bóltin í málinum hjá Skive, men dómarin dømdi tíverri fyri Viljorm Davidsen og liðfelagarnar fyri rangstøðu.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og Skive. Tað er YouTube-rásin hjá Vejle, sum hevur lagt hæddarpunktini út.

 

Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti Hobro.

 


Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini:

 

1 Hobro20104633 - 2334
2 FC Roskilde2096528 - 2533
3 Vendsyssel FF2095631 - 2732
4 Skive20102825 - 3132
5 Nykøbing FC2093828 - 2730
6 Fremad Amager2078529 - 2129
7 HB Køge20610421 - 1628
8 FC Helsingør2069526 - 2327
9 Fredericia2075820 - 2726
10 Vejle 2067727 - 2125
11 Næstved20631131 - 3621
12 AB Gladsaxe20321521 - 4311