VIDEO: Viljormur og Helsingborg tryggjaðu sær javnleik í 96. minutti

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Häcken 1-1 (0-0)

Lagið er gott hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Helsingborg í kvøld. 

 

Helsingborg spældi heimadyst í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Göteborgs-liðnum, Häcken í dag, og tað eydnaðist Helsingborg at tryggja sær eitt stig í 96. minutti við seinasta sparkinum í dystinum. 

 

Charlie Weberg gjørdist stóra hetjan hjá heimafjøldini tá hann sera vakurt sendi eitt beinleiðis fríspark í netið til javnleik 1-1 meir enn seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Häcken legði seg á odda 1-0 tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar, og dysturin kundi verið endaður 2-2 ella 3-3.

 

Viljormur spældi allan dystin fyri Helsingborg. 

 

Helsingborg hevur fýra stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Komandi sunnudag spælir Helsingborg móti Mjällby á útivølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Häcken:

 

##med2##