VIDEO: Viljormur og Helsingborg taptu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Kalmar-Helsingborg 2-0 (1-0)

Viljormur í Heiðunum Davidsen var aftur í dag liðskipari hjá Helsingborg, ið tapti 0-2 fyri Kalmar í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Kalmar skoraði til 1-0 longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Tá Kalmar økti til 2-0 meinti liðskiparin hjá Helsingborg og hansara viðspælarar, at Simon Skrabb var rangstaddur tá hann beindi bóltin í málið, men dómarin lat ikki við seg koma.

 

Helsingborg er nú næstaftast í deildini við 17 stigum. Helsingborg hevur fýra stig upp til Degerfors, ið hevur 21 stig. 

 

Helsingborg hevur seks dystir eftir í kappingini til at røkka triðaftasta plássinum, ið gevur tveir dystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini við kappingarenda.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kalmar og Helsingborg. Viljormur var sum tað sæst á upptøkunum rættiliga óður um, at 2-0 málið hjá Kalmar ikki var kolldømt sum rangstøða: 

 

##med2##