VIDEO: Viljormur og Helsingborg í stórum niðurflytingarvanda

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Varberg 1-3 (0-2)

Nú sansar at hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Viljormur var aftur liðskipari hjá Helsingborg, ið tapti 1-3 fyri Varberg á heimavølli. Í steðginum var Varberg á odda 2-0. 

 

Tá 87 minuttir vóru farnir staðfestir Varberg sigurin. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Amin Al-Hamawi um munin til 1-3.

 

Helsingborg er næstaftast í deildini við 17 stigum, seks stig frá triðaftasta plássinum, ið gevur tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini.

 

Helsingborg hevur bert fýra dystir eftir fyri kunna taka Degerfors aftur, ið er triðaftast við 23 stigum. 

 

Komandi mikukvøld spælir Helsingborg á útivølli móti IFK Norrköping, og nú er ein sigur eitt náðileyst krav til Viljorm og liðfelagarnar.

 

Sunnudagin 23. oktober hevur Helsingborg heimadyst móti júst Degerfors. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Varberg 1-3 (0-2) : 

 

##med2##