VIDEO: Viljormur legði upp til mál í tapi á útivølli

(Video) Síggj málini frá dystinum HB Køge-Vejle 2-1 (0-0), har Vejle kom á odda, men endaði kortini við at tapa

Ígjár var oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vejle á vitjan hjá HB Køge.

Viljormur Davidsen var við frá byrjan í dystinum, ið Vejle tapti 1-2.

Vejle kom á odda tá ein stórur tími var farin av dystinum. Viljormur Davidsen legði hegnisliga ein góðan bólt frá veinginum inn í brotsteigin, ið íslendski Kjartan Finnbogason stútaði í málið til 1-0 til Vejle. 17 minuttir seinni var HB Køge á odda 2-1.

Umframt at leggja upp til málið fekk Viljormur sum einasti spælari hjá Vejle tað gula kortið í dystinum. 

HB Køge – Vejle 2-1 (0-0)
62. 0-1 Kjartan Finnbogason
67. 1-1 Effiong Nsungusi
79. 2-1 Martin Vingaard

Málverjin hjá Vejle, Thomas Hagelskjær sá ikki gott út tá Martin Vingaard skoraði sigursmálið fyri HB Køge. Hann var komin alt ov langt út úr málinum hjá sær, og hetta sá Martin Vingaard og sendi bóltin uppum Thomas Hagelskjær og í málið til 2-1.

Í óhepna tapinum vóru Vejle hepnir, at nærmastu kappingarneytarnir, Viborg bert fingu javnleik 2-2 á útivølli móti Næstved. 

Vejle er framvegis greitt oddalið við 58 stigum. Sjey stig eru niður til Viborg nú fimm dystir og 15 stig eru eftir at spæla um. Fredericia er nummar trý við 45 stigum. 

Her ber til at síggja málini frá dystinum millum HB Køge og Vejle: 

##med2##