Tað gongur strúkandi hjá bæði Viljormi Davidsen og liði hansara, Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Farna vikuskiftið vann Vejle 3-1 á HB Køge á útivølli, og í ígjár vann Vejle á heimavølli 4-1 á Nykøbing FC, sum annars var á odda 1-0 í steðginum.
Aftur ígjár legði Viljormur Davidsen upp til tvey mál, eins og hann gjørdi í dystinum ímóti HB Køge. Ígjár legði Viljormur upp til 2-1 og 3-1 málið hjá Vejle. Fýra upplegg í tveimum dystum staðfesta, at Viljormur Davidsen er assistkongurin í Vejle.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-Nykøbing FC 4-1 (0-1). Upptøkurnar eru frá YouTube-rásini hjá Vejle.
Vejle – Nykøbing FC 4-1 (0-1)
11. 0-1 Mikkel Dahl
47. 1-1 Imed Louati
56. 2-1 Rasmus Lauritsen
60. 3-1 Allan Sousa
66. 4-1 Mads Greve