Víkingur vann í gjár heili 4-1 á EB/Streymi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í nógva vindinum í Sarpugerði var Víkingur nógv tað betra liðið.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Stóri spælarin á vøllinum var Súni Olsen, sum skoraði tvey av málunum fyri Víkingin og legði upp til eitt. Hallur Hansson fekk eisini hol á málskjótingina fyri Víking.
Dysturin var søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at seks dómarar vóru tile in dyst í Føroyum. Og dómararnir á baklinjuni fingu seg eisini royndar, tá Víkingur fekk brotsspark í fyrra hálvleiki.
Gert Hansen, liðskipari hjá EB/Streymi, helt fyri EB/Streymur legði ov nógv fyri í fyrru hálvfinaluni og vóru óklókir. Serliga er tað málið til 4-1, sum kemur í evstu løtu, sum ger útgangsstøðið hjá EB/Streym torført til returdystin.
Víkingur-EB/Streymur 4-1 (1-0)
1-0: Súni Olsen br 34.
2-0: Hallur Hansson 56.
3-0: Súni Olsen 62.
3-1: Niels Pauli Danielsen 68.
4-1: Philip Djordjevic 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 74.) – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen (Hans Pauli Samuelsen, 56.) – Niels Pauli Danielsen, Gert Hansen, Høgni Madsen – Gunnar Zachariasen (Leif Niclasen, 71.), Arnbjørn Hansen (Brian Olsen, 46.), Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Rógvi E. Nielsen, Høgni Madsen










