Video: Víkingur í finaluni hóast tap

Hans Pauli Samuelsen skoraði eitt flott mál, men tað var ikki nokk

Víkingur er triðja árið á rað í steypafinaluni. Tað er staðfestingin, eftir at teir hava vunnið 4-3 samanlagt á EB/Streymi. EB/Streymur vann í kvøld 2-0 á Víkingi, men tað er eitt mál ov lítið til at koma í steypafinaluna.

 

Les eisini: HB og Víkingur í finaluni

 

Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 4-1 í Sarpugerði. Tí skuldi EB/Streymur vinna 3-0 fyri at koma víðari. Teir komu á odda longu aftaná fimm minuttir, tá skot frá Hans Paula Samuelsen brast í stingina í málverjan og í mál.

 

Les eisini: - Vit eru favorittar móti HB í finaluni (Atli Gregersen)

 

Í seinna hálvleiki kom av álvara spenningur í, tá Hans Pauli skoraði eitt flott mál við góðum skoti. Nú stóð nógv á, men Víkingur helt stand restina av dystinum og vinnur samanlagt 4-3.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Víkingur skal í steypafinaluni møta HB.