Miðahúsið hitti Steintór Rasmussen í Klaksvík herfyri, og hann greiddi frá um krimirøðina, ið hann er í holt við. Bøkurnar "Deyðin fer í bindiklubb" og "Hevndin úr havsins dýpi" eru útkomnar, og triðja í røðini er ávegis.
– Eg havi brúkt nógva tíð uppá at skriva seinastu árini. Mær dámar væl møguleikan at skriva í skaldsøguhøpi, tí tá fært tú møguleika at gera meir burturúr persónsmenskunum, lýsa samfelagið og skapa ein spenning, greiðir Steintór Rasmussen frá.
– Tá man býr í einum samfelagi og verður kunnaður um, hvat hendir í heiminum, so fær man íblástur, tí tað er nokk at taka av. Ofta sigur man, at veruleikin kanska er meir ræðuligur enn hugflogið hjá okkum, sigur hann um íblásturin til bøkurnar.










