VIDEO: Síggj verjuvilluna sum feldi B36

(Video) Síggj keðiliga sigursmálið FK Auda skoraði í 1-0 sigrinum á B36

Tað gjørdist eingin endurtøka av evropeisku ævintýrunum hjá B36 hetta summarið.

 

B36 tapti 0-2 fyri FK Auda í fyrra dystinum í fyrsta umfarinum í Conference League undankappingini, og í kvøld tapti B36 0-1 fyri FK Auda á Tórsvølli aftaná eina sera keðiliga verjuvillu hjá Vilmer Rönnberg. 

 

Sostatt megnaði B36 ikki at skaffa føroyska UEFA roknskapinum nakað stig á hesum sinni. 

 

B36 má nú stríðast fyri at røkka fjórða plássinum í Betrideildini. Fyrst í november bíðar ein steypafinala móti Víkingi ella HB.

 

HER ber til at síggja sera keðiliga sigursmálið Gaye Mor Talla skoraði móti B36:

 

##med2##