VIDEO: Vejle og Hallur vunnu týðandi heimasigur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-SønderjyskE 3-1 (1-0)

Fótbóltslagið er munandi betri í Vejle nú.

 

Vejle hevur verið langt aftast, men seinastu umførini hava teir fingið stig og fyrsta sigurin, og í dag kom annar sigurin.

 

Hallur Hansson spældi allan dystin og Viljormur Davidsen slapp ikki á vøllin tá Vejle á heimavølli vann 3-1 á SønderjyskE. Hallur fekk eitt gult kort seint í dystinum.

 

Sigurin merkir, at nú er Vejle bert eitt stig frá næstaftasta plássinum. SønderjyskE hevur níggju stig og Vejle hevur átta stig.

 

Vejle  – SønderjyskE 3-1 (1-0)

33. 1-0 Arbnor Mucolli

60. 2-0 Saeid Ezatolahi

63. 3-0 Duplexe Tchamba (sjálvmál)

90. 3-1 Emil Holm

 

Sunnudagin 21. november spælir Vejle á útivølli móti Randers.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og SønderjyskE: 

 

##med2##