Video: Vejle-HB Køge 0-2 (0-0)

(Video) Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle hava ikki vunnið á heimavølli síðani 20. mars í ár

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Vejle og HB Køge. Viljormur í Heiðinum Davidsen spældi allan dystin fyri Vejle.

 

Heimavøllurin hjá Vejle í Nørreskoven er gandaður. Viljormur Davidsen og liðfelagarnir hava ikki vunnið ein heimadyst á leikvøllinum í Nørreskoven síðani 20. mars í ár. Vejle hevur nú spælt 10 heimadystir á rað uttan ein tann einasta sigur, og hetta byrjar at ríða teimum, sum ein stór marra.

 

Tíbetur gongur betur hjá Vejle á útivølli, har teir hava megnað at vunnið 3-0 á Næstved og 3-1 á Vendsyssel FF. Uttan úrtøkuna á útivølli hevði verið sera soltið hjá Vejle, sum liggur á einum sjeynda plássi við 10 stigum. Hinir fýra heimadystirnir í hesum kappingarárinum eru endaðir við javnleiki ímóti Fremad Amager, Roskilde, Helsingør og AB. 

 

Vejle-HB Køge 0-2 (0-0)

 

0-1 Alexander Bah (63.)

0-2  Jeppe Simonsen (90.)