Norsku evropameistararnir í kvinnuhondbólti vunnu eisini triðja dystin í innleiðandi bólkaspælinum, tá tær fyrr í kvøld møttu Russlandi í dysti í bólki D.
Noreg vann 23-21. Støðan í steðginum var javnleikur 11-11. Nora Mørk og Veronica Kristiansen skutu fimm mál hvør fyri Noreg. Málverjin, Silje Solberg verður tó staðfest at verða tann størsta hetjan hjá Noregi við øllum sínum bjarginum. Í sama bólki vann Rumenia 31-26 (15-13) á Kroatia.
Noreg tekur fýra stig við sær til millumspælið. Rumenia tekur tvey stig við sær. Russland fær eingi stig við sær til millumspælið, har Danmark og Noreg spæla dyst sunnudagin.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Vladlenu Bobrovnikova skora eitt vakurt mál ímóti Noregi við einum sera vøkrum lobbi.