VIDEO: Vålerenga-Fredrikstad 1-3 (samandráttur)

Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Frederikstad vunnu ein góðan sigur á Vålerenga

Fyrr í dag spældu Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Fredrikstad venjingardyst móti Vålerenga á útivølli.

 

Væl gekk hjá Fredrikstad sum vann dystin 3-1. Maxwell Woledzi og Sondre Sørløkk skoraði innanfyri fyrstu átta minuttirnar av dystinum. Morten Bjørlo økti til 3-0 tá 63 minuttir vóru leiktir. Tveir minuttir seinni fekk Vålerenga pyntað um úrslitið.

 

Komandi fríggjadag spælir Fredrikstad, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara venjingardyst móti gamla liðnum hjá Odmari Færø. Ham-Kam á útivølli.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Vålerenga-Fredrikstad 1-3 (0-2):

 

##med2##

 

Jóannes Bjartalíð sigur við Bolt.fo, at hann væntast aftaná skurðviðgerð at skula sita uttanfyri í fýra til seks vikur. Hetta er ikki ein ókend støða hjá bóltsnillinginum úr Klaksvík. Hann var í somu støðu í fjør, men tá kom hann sterkt aftur og bleiv valdur til ársins spælara í OBOS-deildini.

 

Jóannes Bjartalíð er skurðviðgjørdur fyr tað sum nevnist: sportsbrokk.